top of page
Astrid i lugarinum (2).png

Skeljalátur í lugarinum

31. MARS kl. 20:00 Hava tjúgu gestir høvi at hugna sær við standup comedy í røttum føroyskum umhvørvi: einum skipslugari.

 

Astrið Gullborgardóttir syrgir fyri látrinum og vit forkela teg við onkrum forkunnugum ábiti úr galluni.

 

Tiltakið gongur fyri seg umborð á Norðlýsinum við kei undir Skeiva Pakkhúsi. Vit loysa sostætt ikki frá landi.

Okkurt gott ábit verður at fáa og vit bjóða vatn, øl ella vín afturvið.

520 kr. fyri hvønn

Kunning

  • Nútímans WC er til gestirnar. (Tað vakrasta av sínum slag)

  • Góður hiti er umborð, so tær nýtist bara vanlig klæði.

  • Tíverri bara atgongd gjøgnum smalan leytara (brøtt trappa) - sí aftanfyri Astrið á myndini.

bottom of page