Startgjald
3.300 kr. fyri hvønn túr
Gjald pr. gest
50 kr. pr. gest er minimum.
Annars eftir hvørjar tænastur eru ynsktar umborð.
Flyting
1.100 kr. fyri hvønn tíma siglt verður uttan gestir umborð.
Sigling
2.200 kr. fyri hvønn tíma siglt verður við gestum umborð.
Bíðitíð
950 kr. fyri hvønn tíma
1.100 kr. um matgjørt verður.
Matur og drekka
Gjald pr. gest eftir avtalu. Vit samstarva við veitarar í landi, so næstan alt ber til.
Kósina seta vit saman
Vit seta kósina við atliti til líkindini á degnum, kann siglast eftir ráki og vindi, verður ferðin so nógv høgligari. Serliga hjá teimum ið ikki eru sjósterk.


Matur úr Galluni
Skipið kann bjóða mestsum alt innan mat og drykkivørur tá tað verður avtalað undan túrinum. Vit samstarva við veitarar á landi um hettar.
Men sleppa vit at ráða, so er sjógæti á matarskránni. Alskins feskur fiskur og skeljadjór, umframt ein frálík fiskasuppa.
