Hvussu nógv fólk rúmast umborð?
- Frank

- Dec 7, 2020
- 1 min read
Updated: Jan 8, 2021
Loyvið frá Sjóvinnustýrinum at sigla við ferðafólki, loyvir upp til fimti ferðafólkum umborð í tíðarskeiðinum 1. mai til 30. september.
Frá 1. oktober til 31. mars er loyvið avmarkað til tólv ferðafólk.
Norðlýsið arbeiður eftir leistinum: at talið av gestum ikki má darva endamálinum, ið er at veita eina trygga og hugnaliga uppliving umborð.
Dømi:
Tá vit bjóða fiskitúrar, avmarka vit luttakaratalið til tólv. Soleiðis sleppa øll framat at fiska og pláss er kring borðið í lugarinum til máltíðina aftaná.
Er ynski um fleiri luttakarar kann hettar avtalast í sambandi við privatan túr.
Norlýsið vil geva góð upplivilsi til so mong sum møguligt, men ikki øll í senn. ;-)









Comments