






Vælkomin
Vælkomin á heimasíðuna hjá partafelag TN24 ið eigur og rekur skonnartina Norðlýsið.
Norðlýsið varð bygd á Tórshavnar Skipasmiðju og latin fyrsta eigaranum tann 5. mai 1945. Bygginummar: 2
Skipið hevði sluppsegl meðan tað var í vinnu sum fiskiskip inntil 1980'ini, tá skift varð til skonnartsegl í sambandi við at Tróndur Patursson stóð fyri at seta skipið í stand.
Birgir Enni førdi skipið frá fyrst í 90'unum til hann legði frá sær í 2019. Hann hevur lagt lunnar undir tann alsk ið føroyingar sum útlendingar hava til blámálaða skipið. Aðrar hendur eru nú á stýrisvølinum, men hansara sjómanskapur og blíðskapur er alsamt ein fyrimynd fyri víðari rakstrinum.
Endamál okkara er at vinna til viðlíkahald og rakstur við at veita gestum okkara frálíkar upplivingar undir tryggum umstøðum umborð á hesi einastandandi skútu.